Bretska fíggjareftirlitið, FCA hevur stevnt Meta, ið eigur sosiala miðilin Facebook, fyri 3,2 milliardir dollarar, ið svarar til uml. 20,8 milliardir í okkara krónum.
Orsøkin er, at fyritøkan hevur forvunnið eina rúgvu av pengum fyri av órøttum at hava kravt persónligar upplýsingar frá brúkarum fyri at rita inn á Facebook, skrivar Ritzau
Facebook misnýtir sína støðu á marknaðinum til at geva teimum bretsku brúkarunum órættvís kor og harvið brúka teirra persónligu upplýsingar.
FCA hevur stevnt Facebook vegna 44 milliónir brúkarar, men um allir eru bretskir er ógreitt. Sambært Statista eru uml. 48,5 milliónir Facebook brúkarar í Stórabretlandi.
Amerikanska fíggjareftirlitið, FTC hevur eisini stevnt Meta fyri at dríva kappingaravlagandi virksemi.
Tað er m.a. keypið av teimum báðum stóru sosialu miðlunum WhatsApp og Instagram, sum er brúkt sum dømi um, hvussu Meta hevur varðveitt yvirræðið á marknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald