Mentan

Metallica noyðist at avlýsa átta konsertir

Orsøkin er, at frontmaðurin hjá bólkinum, James Hetfield skal í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2019-09-30 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Allar konsertirnar hjá heimskenda tónleikabólkinum Mettalica eru avlýstar næstu tveir mánaðirnar.

Bólkurin hevur avgjørt at útseta átta konsetir, sum skuldu vera í Nýsælandi og Avstralia í oktober og november.

Orsøkin til avlýsingarnar er, at frontmaðurin hjá bólkinum, James Hetfield skal í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

- Sum flestu tykkara sikkurt vita, hevur bróður okkara, James strídst við misnýtslu í nógv ár. Nú er hann tíverri noyddur at fara í viðgerð aftur, skrivar Metallica á Facebook.

Tað er ikki nøkur loyna, at James Hetfield hevur strídst við rúsdrekkamisnýtslu, og er hetta heldur ikki fyrstu ferð, at hann má til avvenjingar.

Sambært Politken hevur Metallica ætlan um at fara aftur til Avstralia og Nýsæland, tá heilsan hjá James Hetfield og kalendarin hjá teimum loyvir tí. Tað er eisini ætlanin, at bólkurin skal á konsertferð í Suðuramerika í vár.

Higartil er tó ógreitt, nær Metallica aftur fer at framføra.

Heimsins besti livebólkur

Sambært kanning hjá miðlinum Pollstar, er Metallica størsti livebólkur nakrantíð. Tilsamans hevur bólkurin forvunnið gott 9,5 mia. krónur gjøgnum atgongumerkjasølu.

Tað er meira enn eitt nú Guns N' Roses, Ozzy Osbourne og AC/DC.

Metallica er í løtuni á stórari konsertferð, sum eftir ætlan skuldi verða liðug næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder