Enn vita vit ikki, hvør tann næsti forsetin í USA verður, men í løtuni sær tað út til, at tað er Joe Biden, ið fer at vinna.
Enn eru allar atkvøðurnar ikki taldar, men hóast tað, hevur Biden longu sett met. Hann hevur nevniliga fingið fleiri atkvøður enn nakað annað forsetavalevni, skrivar USA Today.
Við fleiri enn 70 mió. atkvøðum, hevur hann sligið gamla metið hjá Barack Obama. Í skrivandi stund hevur Biden fingið fleiri enn 72 mió. atkvøður
Tá valið stóð millum Barack Obama og John McCain í 2008, fekk Obama 69.498.516 atkvøður.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur eisini møguleika at sláa gamla metið hjá Obama. Í løtuni hevur hann fleiri enn 68,6 mió. atkvøður, sambært DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald