Sunnudagin, eftir at amerikanski forsetin Joe Biden hevði boðað frá, at hann tekur seg úr forsetavalstríðnum, vórðu metnógvir pengar savnaðir inn til demokratiska flokkin umvegis heimasíðuna ActBlue, sum er førandi stuðulspallurin fyri demokratar.
Sambært amerikanska miðlinum The New York Times vórðu yvir 50 milliónir dollarar savnaðir inn í gjár - umleið 342 milliónir krónur. Hetta er størsta upphæddin, sum demokratar hava savnað inn á netinum uppá ein dag í hesum valstríðnum.
Biden hevur verið undir stórum trýsti seinastu vikurnar, har fleiri demokratiskir stuðlar boðaðu frá, at teir fóru ikki at lata meira stuðul, um Biden ikki fór úr valstríðnum.
Í tímunum undan fráboðanini hjá Biden sunnudagin komu í miðal uml. 200.000 dollarar inn - umleið 1,4 milliónir krónur - um tíman, sambært Act Blue. Fyrsta tíman eftir, at Biden hevði boðað frá, at hann ikki longur var forsetavalevni, vórðu 7,5 milliónir dollarar savnaðir inn - umleið 51 milliónir krónur, skrivar Ritzau.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at yvir 50 milliónir dollarar verða savnaðir inn uppá ein dag umvegis ActBlue. Seinast tað hendi var í september 2020, dagin eftir at Ruth Bader Ginsburg, hægstarættardómari andaðist. Tá vórðu savnaðir inn 73,5 milliónir dollarar, sum svarar til umleið eina hálva milliard í okkara krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald