Uttanlands

Metnógvir russar fluttu til Finnlands í fjør

Samlaða talið á tilflytarum, sum Finnland tók ímóti í fjør, var eisini óvanliga høgt

Markið millum Finnland og Russland (Mynd: EPA)

Markið millum Finnland og Russland (Mynd: EPA)

2023-05-25 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2022 var talið á russum, sum fluttu til grannalandið Finnland, methøgt.

Sambært tølum hjá finsku hagstovuni, fluttu yvir 6.000 russar til landið í fjør, og tað er tað hægsta talið, sum nakrantíð er skrásett, síðan skrásetingarnar byrjaðu í 1990. Eitt nú í 1991, tá Sovjetsamveldið varð upployst, var talið 5.515.

Í árunum 1992-1995 lá talið millum 1.700 og 2.600 árliga, og síðani hevur árliga talið verið undir 3.100 fram til 2021, skrivar AP.

Samlaða talið á tilflytarum, sum Finnland tók ímóti í fjør, var eisini óvanliga høgt. Talið í fjør var 49.998, og tað er eisini nýtt met.

Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er orsøkin til, at nógv fólk eru rýmd úr Russlandi og Ukraina. Flóttafólk eru tó ikki tald við í uppgerðini hjá finsku hagstovuni.

Umframt russar, eru tað serliga fólk úr Svøríki, India, Estlandi og Filipsoyggjum, sum fluttu til Finnlands í fjør. Serliga í triðja og fjórða ársfjórðingi komu nógvir tilflytarar til landið, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder