Uttanlands

Metrostøðirnar í Keypmannahavn høvdu ikki rætta slagið av hondspritti

Talan var um spritt, sum virkaði móti bakterium og ikki virusum, sum fólk hava sprittað sær við síðan juli, men um vikuskiftið hava allar metrostøðirnar fingið rætta sprittið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-08-21 17:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttina til hósdagin vórðu allir sprittdunkarnir á metrostøðunum í Keypmannahavn-økinum tømdir.

Orsøkin er, at Metro Service hevur fingið at vita, at talan hevur verið um tað skeiva slagið av spritti. Talan var um spritt, sum varð góðkent at basa bakterium og ikki virusum, og tað er tað sprittið, sum viðskiftafólk hava brúkt á metrostøðunum síðan juli.

Væntandi hava allar metrostøðirnar fingið rætta hondsprittið um vikuskiftið, skrivar DR. Um ein sær ein fullan sprittdunk á metrostøðini, er talan um tað rætta slagið av spritti, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder