2022-01-11 11:20

Ongantíð fyrr hava so nógvir løntakarar verið á føroyska arbeiðsmarknaðinum sum í desember 2021.
Hagstovan hevur nú gjørt hagtølini fyri løntakararnar upp fyri seinasta mánaðin í 2021, og uppteljingin vísir, at tað vóru 28.050 fólk skrásett sum løntakarar. Hetta er fyrstu ferð, at talið av løntakarum í Føroyum hevur verið oman fyri 28.000 í ein einstakan mánað, upplýsir Hagstovan á netinum.
28.050 er 330 fleiri enn í desember 2020, svarandi til ein vøkstur á 1,2 prosent.
Hóast talan er um ein vøkstur í desember, so vísir trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, at lítil og eingin vøkstur hevur verið seinastu mánaðirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald