2020-12-21 23:40

Kanningarstøðirnar hjá Sjúkrahúsverkinum kannaðu knapt 1.200 fólk í dag fyri koronu. Tað er met.
Bæði í Havn og í Klaksvík vóru tillagingar gjørdar í upplatingartíðunum, fyri at flest møguligt kundu lata seg kanna í dag, sigur sjúkrahúsverki.
Sagt verður, at alt bendir á, at stóri áhugin fyri at lata seg kanna fer at halda fram komandi dagarnar, og fylgt gongdini og neyðugar tillagingar vera so hvørt.
Í løtuni eru 29 fólk í Føroyum positiv við covid-19. Tvey eru innløgd á sjúkrahúsinum, og 70 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald