Innanlands

Hagstovan: Metstórur fólkavøkstur seinasta árið

Fólkatalið er vaksið við 938 fólkum, sum er tað mesta nakrantíð í einum ársskeiði, og í mun til fólkatalið hevur vøksturin heldur ikki verið størri síðan 1975

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-10-14 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá 1. september í fjør til 1. september í ár vaks fólkatalið við 938 fólkum. Tað er tað mesta nakrantíð í einum ársskeiði, sigur Hagstovan.

Hetta svarar til ein vøkstur á 1,8 prosent, sum kemur av einum burðaravlopi á 288 og eini metstórari nettotilflyting á 650.

Í mun til fólkatalið hevur fólkavøksturin heldur ikki verið størri síðan 1975, tá fólkatalið var 40.400 og fólkavøksturin tað árið var 792, svarandi til 2 prosent.

1. september í ár var fólkatalið 51.969. Hetta er minni enn 1. august, men hetta er ikki óvanligt, at fólkatalið minkar um hesa tíð, eftir at fólk eru flutt uttanlands í lestrarørindum.

Verður gongdin sum í fjør, fer fólkatalið skjótt aftur upp um 52.000, sigur Hagstovan.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder