Í ár hevur Team Rynkeby Føroyar savnað inn 1.770.000 krónur.
Peningurin, sum varð savnaður inn í sambandi við túrin til París í ár, var handaður Ragnari Isaksen vegna Cystisk fibrosufelagið á samkomu í Aulini í Eysturskúlanum leygardagin, 14. september. Nakað av stuðlinum í ár verður eisini latin Autismufelagnum og ADHD-felagnum, skrivar Team Rynkeby Føroyar í tíðindaskrivi.
Tá ið Team Rynkeby á sinni byrjaði, varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum. Onnur ár er stuðulin latin Beranum og Sinnisbata.
– Team Rynkeby vil við hesum miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommunur á ymsan hátt veita okkum í okkara stremban eftir at gera nakað gott fyri onnur, samstundis sum vit gera nakað gott fyri okkum sjálv, skrivar Team Rynkeby Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald