Síðani 1977 hevur Ekstrablaðið givið ein nýggjárstost til tann danskaran, ið hevur "dummað seg" mest - gjørt tað býttasta ella mest býtt/skeivt í júst farna árið.
Sum oftast er tað ein politikkari, ið fær heitið - Uffe Elleman Jensen hevur metið við fimm toskum, og Lars Løkke Rasmussen fekk torskin í 2013 og 2014. Annars hevur millum annað Prins Joachim fingið "heiðurin".
Nú hava tríggir persónar fingið torsk, meðan tey hava verið í sessinum sum forsætishárri. Poul Nyrup Rasmussen fekk hann heili tríggjar ferðir (1996, 1998 og 2000) og Helle Thorning-Schmidt fekk hann tvey ár á rað (2011 og 2012) Lesararnir hjá Ekstrablaðnum vóru hesaferð ikki í iva: Við 36.587 av teimum 117.767 atkvøðunum var tað Mette Frederiksen, ið fekk "Ekstra Bladets Nytårstorsk 2020"![]()
Toskurin, sum Mette Frederiksen "hevur tryggjað sær" vigar næstan fimm kilo og hevur eitt virði á 800 krónur (Mynd: eb.dk)
Henni á baki komu Morten Østergaard og Frank Jensen, sum í heyst fóru úr sessunum sum ávíkavist formaður í Radikale Venstre og yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, orsakað av støðum har teir kynsliga vóru farnir um mark mótvegis kvinnum - málum sum komu í ljósmála orsakað av MeToo rørsluni í Danmark.
Jakob Ellemann, sonur Uffe Ellemann-Jensen og leiðari í Venstre, endaði á fjórða plássi. Hetta sigur faðirin seg verða vónbrotnan av í margháttiligari grein á eb.dk, har tað verður greitt frá, hvussu Mette Frederiksen ikki hevur vilja tikið ímóti toskinum enn. Tað framgongur eisini, at støðan við minkunum í Norðurjútlandi í heyst og stýrishátturin undir koronastøðuni, eru høvuðsorsøkin til, at nógvir danir eru ónøgdir við forsætisharran í 2020. Mette Frederiksen, ið tók við í fjør, fekk annars nógv rós fyri sína handfaring av korona fyrr í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald