Virkani forsætisráðharrin Mette Frederiksen byrjaði dag upp á samráðingarnar at skipa nýggja stjórn.
Mette Frederiksen miðar eftir einari breiðari stjórn og fer í dag at práta við allar flokkarnar, eisini grønlendsku og føroysku fólkatingsumboðini.
Flokkarnir møta á Marienborg eftir stødd, og fyrsti flokkurin sum hitti Mette Frederiksen í morgun var flokkurin Venstre við Jacob Elleman Jensen á odda. Næsti flokkur er Moderaterne við Lars Løkke Rasmussen.
Tað kann taka tíð at skipa nýggja stjórn. Danmarks Radio skrivar, at í 1987 tók tað bara tveir dagar, men ofta hevur tað tikið umleið eina viku. Tá Mette Frederiksen skipaði stjórn í 2019 tók tað 21 dagar. Longstu samráðingarnar í nýggjaru politiskari søgu var í 1988, tá tað tók 24 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald