Uttanlands

Mette F: - Álvarsligt álop á kritiska undirstøðukervið

Hon kann onki siga um, hvør stóð aftanfyri. Men ætlanin við álopinum var at skapa stúran og órógv, heldur danski statsministarin

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2025-09-23 11:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað vit sóu í gjárkvøldið er higartil mest álvarsliga álopið móti kritiskum donskum undirstøðukervi. Tað sigur nakað um, hvat tað er fyri eini tíð, vit liva í, og hvat vit sum samfelag skulu vera búgvin til at kunna handfara.

Tað segði Mette Frederiksen, statsministari, fyrrapartin í viðmerking um ókenda dronuvirksemið, sum varð staðfest yvir floghavnini í Kastrup í gjárkvøldið.

Spurt um hon hevur illgruna um, at tað eru russar, sum standa aftanfyri, svaraði Mette Frederiksen, at onki kann útilokast, heldur ikki russar. Serliga í ljósinum av, at russiskar dronur hesa seinastu tíðina eru sæddar í eitt nú Polandi og baltisku londunum, og at teldusníkar eisini hava framt netálop á evropeiskar flogvøllir.

Tí metir hon, at hendingin í gjárkvøldið skal síggjast í eini størri heild.

- Eg kann ikki siga annað, enn at talan var um eitt sera álvarsligt álop á danska undirstøðukervið, segði hon.

- Óansæð hvør stendur aftan fyri dronuálopið, so mugu vit ganga út frá, at onkur hevur havt eina ætlan – eitt motiv – við at gerar tað. Men hvør ætlanin var, vita vit ikki enn.

Men statsministarin hevur eitt boð:

- Tað sjálvsagda. At órógva og skapa órógv. At skapa stúran. Hygg hvussu langt tey kunnu fara fyri at royna mørkini, segði Mette Frederiksen, sum vísir á, at dronur ikki hoyra heima nærhendis einum flogvølli.

- Í øllum førum er tað, ið er hent, skeivt og álvarsligt, segði hon. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder