Uttanlands

Mette F: - Tað er eyðsæð, at hetta er krígsbrotsverk

Danmark er sinnað at hjálpa Ukraina við fleiri vápnum, sigur Mette Frederiksen, sum er á vitjan í Kyiv

(Skíggjamynd: dr.dk)

(Skíggjamynd: dr.dk)

2022-04-21 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark hevur ætlanir um at senda fleiri vápn til Ukraina. Tað er tað, sum tey hava mest brúk fyri.

Soleiðis segði danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, í samrøðu við danskar miðlar í Ukraina.

Hon kom tó ikki nærri inn á, hvørji vápn, talan er um, og nær tey skulu sendast avstað.

Danski stjórnarleiðarin hevur fyrrapartin verið í býnum Borodjanka, eitt sindur uttan fyri Kyiv. Seinni í dag skal hon, saman við spanska forsætisráðharranum, Pédro Sanchez, hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Mette Frederiksen er fyrsti norðurlendski stjórnarleiðari, sum vitjar í Ukreina eftir at russiska hersetingin byrjaði februar.

Hon vísir á, at Danmark er sinnað at hjálpa ukrainum at byggja landið uppaftur.

- Vit tosa um hvussu vit kunnu stuðla landinum við endurbyggingini eftir kríggið, segði hon við TV2.

Hon greiddi frá, at tað hon hevur sæð er “gjøgnumført ræðuligt”.

- Fyri fáum mánaðum síðani livdu tey eitt vanligt lív her. Nú er alt oyðilagt.

Hon sigur eisini, at ongin ivi er um, at tað er krígsbrotsverk, tað, sum russisku herdeildirnar gera í Ukraina.

- Tað er eyðsæð, at talan er um krígsbrotsverk. Tað skal skjalprógvast, og har skulu vera juridisk spor, men hetta kann ikki vera annað enn krígsbrotsverk, sigur Mette Frederiksen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder