Uttanlands

Mette F. hevur ongar ætlanir um at gerast Nato-aðalskrivari

Vísir aftur allar søgur, um at hon er í uppskoti at avloysa Jens Stoltenberg tá hann gevst í september

Mette Frederiksen og Joe Biden hittust í Washington í gjár (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen og Joe Biden hittust í Washington í gjár (Mynd: EPA)

2023-06-06 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, er ikki upp á tal at gerast nýggjur aðalskrivari í Nato-verjusamgonguni.

Tað undirstrikaði hon í Washington í gjár í sambandi við vitjan hennara hjá Joe Biden, forseta og Williams Burns, CIA-ovasta.

- Eg havi fyrr sagt, at eg ikki eri upp á tal til nakað annað starv, enn tað eg havi nú, og henda støðan er ikki broytt eftir fundin við amerikanska forsetan, segði Mette Frederiksen við tíðindafólk uttan fyri Hvítu húsini í gjár.

Nógv verður gitt um, hvør skal avloysa norska aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, tá hann gevst í embætinum í september. Fleiri eygleiðarar hava víst á Mette Frederiksen sum eitt gott boð, men hetta avvísir hon nú sjálv staðiliga. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder