Hóast tað var ein sigursrøða, sum Mette Frederiksen helt fyri floksfeløgum sínum á Christiansborg í kvøld, so boðaði hon rættiliga óvæntað frá, at hon ætlar sær at hitta Margrethu drotning í morgin fyri at loysa seg úr starvinum sum forsætisráðkvinna.
Sosialdemokratiski flokkurin fekk tað besta valið í 20 ár. Men hóast reyðu flokkarnir varðveittu minst møguliga meiriluta – tá teir norðuratlantisku fólkatingslimirnir eru taldir við – so kunngjørdi hon í røðuni, at grundarlagið undir núverandi stjórn er rokið.
Tí hon hevur framvegis ætlanir um at royna at skipa eina breiða stjórn.
Flokkarnir skulu tí í komandi døgum til sonevnda drotningarundu fyri at peika á ein nýggjan samráðingarleiðara at skipa nýggja stjórn í Danmark.
Og Mette Frederiksen segði eisini í røðu síni, at hon er til reiðar at standa á odda fyri eini nýggjari stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald