2020-12-16 16:58
Nú klokkan 17 fer danski forsætisráðkvinnan Mette Frederiksen at kunngera nýggj tiltøk fyri at basa koronasmittuni.
Og tað eru hørð tiltøk, sum nú verða sett í verk.
Danskir miðlar skrifaðu undan tíðindafundinum, at stjórnin nú fer at seta í verk skipanir, sum gera, at øll stórsentur í Danmark skulu steingjast, galdandi frá í morgin.
Bert matvøruhandlar og apotek sleppa at hava opið um jólini, sigur tv2.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald