Mette Frederiksen er í dag farin til Ukraina á eina vitjan, sum higartil hevur verið loynilig.
Danski forsætisráðharrin kom til ukrainska býin Lviv í vestara parti av landinum, og hitti har Volodymyr Zelensky, sum hon fer at hava ein fund við.
Fundurin er komin í lag eftir at Danmark í gjár sendi ein hjálparpakka við virði upp á 1,7 milliardir krónur til krígsherjaða landið, og lovaði eisini at stuðla við einari trygdaravtalu næstu tíggju árini.
Vitjanin er samstundis eisini ein markering av, at tað leygardagin eru tvey ár síðani, at Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Hetta er fjórðu ferð, at Mette Frederiksen vitjar Ukraina síðani innrásina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald