Innanlands

Mette Frederiksen á vitjan í næstu viku

Ríkisfundur verður í Hoyvíksgarði um eina viku, har grønlendski landsstýrisformannin verður við. Áðrenn tað vitja Mette Frederiksen og maður hennara í Koltri, á Bakkafrost og í Klaksvík, og tey fara til landsdyst á Tórsvølli

Danski forsætisráðharrin saman við løgmanni undir almennu vitjanini í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Danski forsætisráðharrin saman við løgmanni undir almennu vitjanini í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-02 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen og maður hennara Bo Tengberg eru á almennari vitjan í Føroyum í døgunum 7. – 9. juni. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá í dag.

- Vit eru í einari broytingartíð. Russiska álopið á Ukraina 24. februar setur nýggj krøv til samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Hetta er fyrstu ferð vit hittast, síðani kríggið brast á. Tí eru fleiri týdningarmikil mál at umrøða, bæði millum Føroyar og Danmark, men eisini í mun til trygdarstøðuna í Europa.

Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen við lms.fo.

Byrjað verður fyrrapartin týsdagin 7. juni við fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran úti í Tinganesi, har stuttur tíðindafundur eisini verður á skránni. 

Síðani verður farið á Glasir, áðrenn leiðin gongur út í Koltur seinnapartin, har Bjørn Paturson frá Tjóðsavninum greiður frá um Koltursætlanina. Um kvøldið fara løgmaður og forsætisráðharrin til landsdyst á Tórsvølli, har Føroyar og Luksemborg spæla.

Mikudagin 8. juni verður fyrst vitjað hjá Ocean Rainforrest í Kaldbak. Síðani verður vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar har borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen tekur í móti. Í Klaksvík verður millum annað vitjað í Christianskirkjuni og hjá Føroya Bjór, skrivar Løgmansskrivstovan.

Hósmorgunin 9. juni verður árligi ríkisfundurin millum løgmann, danska forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin, Múte B. Egede. Ríkisfundurin verður í ár hildin í Hoyvíksgarði í Hoyvík.

- Eg fegnist eisini um, at vit nú hava fyrsta fundin í nýggja samstarvsráðnum, har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita runt um borðið og á jøvnum føti viðgera uttanríkis- verju- og trygdarpolitikk. Hetta er neyðugt og vitnar um at tað eru nýggjar og semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, sigur løgmaður.

Hósdagin verður eisini fyrsti fundur í nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har fleiri ráðharrar úr Danmark og Grønland luttaka. Tíðindafundur verður í Tinganesi eftir fundin í samstarvsráðnum, umleið klokkan 16.30.

Mette Frederiksen og maðurin fara av landinum aftur hóskvøldið. Hetta er aðru ferð at Mette Frederiksen er á almennari vitjan í Føroyum. Fyrru ferð var í november 2019.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder