Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen kemur á vitjan í Føroyum komandi mánað. Tað hava hon og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður avrátt á fundi seinnapartin, boðar Løgmansskrivstovan frá.
Á fundinum í danska forsætismálaráðnum umrøddu Mette Frederiksen og Bárður á Steig Nielsen samstarvið í ríkisfelagsskapinum, og løgmaður nýtti høvi at greiða frá ætlanunum hjá samgonguni komandi fýra árini.
- Vit eru samd um at arbeiða meira miðvíst fyri at styrkja ríkisfelagsskapin. Tað er neyðugt at lýsa stóru fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Les eisini: Mette Frederiksen sær fram til at samstarva við nýggja landsstýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald