2020-11-19 10:25
Ætlanin var, at danska forsætisráðharrafrúan, Mette Frederiksen, nú klokkan 10 skuldi fara á Amalienborg í Keypmannahavn fyri at kunna drotningina um hvør verður nýggjur ráðharri í donsku stjórnini eftir at Mogens Jensen, matvørumálaráðharri, legði frá sær í gjár.
Men vitjanin hjá drotningini varð avlýst í síðstu løtu.
Orsøkin er, at ein persónur í nærmastu familjuni hjá forsætisráðfrúuni hevur fingið staðfest korona.
Ístaðin fer stjórnarleiðarin at kunna drotningina gjøgnum telefon. Tað hendir klokkan hálvgun tvey í dag, okkara tíð, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald