2020-11-04 07:58

Mette Frederiksen, donsk forsætisráðkvinna, skal kannast fyri koronavirus, og er sjálvboðin farin í sóttarhald, til eitt úrslit fyriliggur.
Tað upplýsir danska forsætisráðið í fráboðan í dag.
Sambært skrivinum vísir Mette Frederiksen ikki nøkur sjúkutekin, og heldur tí fram við at útinna embæti sítt við fundum á netinum.
Fráboðanin kemur eftir at fleiri ráðharrar og fólkatingslimir seinastu dagarnir hava fingið korona.
Í løtuni eru 13 ráðharrar í donsku stjórnini í sóttarhaldi. Enn er tað bert Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, sum er staðfest smittaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald