Uttanlands

Mette Frederiksen: Fer at taka langa tíð

– Tað at skipa eina breiða stjórn er nakað, vit ikki eru von við, og tað krevur nakað annað, sigur Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri

Mette Frederiksen, virkandi danskur forsætisráðharri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mette Frederiksen, virkandi danskur forsætisráðharri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-19 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast nærum tríggjar vikur longu eru farnar, síðan fólkatingsvalið, fer tað at taka eina tíð afturat, áðrenn ein nýggj stjórn er skipað. Tað sigur virkandi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen.

– Tað er ein tilgongd, sum vit ikki eru von við. Tað er fyrstu ferð í mannaminni, at vit hava álvarsamar samráðingar um eina breiða stjórn. Tí kemur tað at taka tíð, sigur hon sambært Ritzau.

Í løtuni eru tað bert Danmarksdemokraterne, sum ikki eru við í samráðingunum.

Har er eingin tíðarfreist fyri samráðingarnar, og virkandi forsætisráðharrin helt ongantíð, at tað at skipa eina breiða stjórn fór at taka stutta tíð, sigur hon.

– Eydnast tað at skipa eina breiða stjórn, fáa vit eina aðra uppgávu enn vit plaga. Danir hava valt at samanseta Fólkatingið við 12 flokkum, og tað krevur nakað annað, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder