Innanlands

Mette Frederiksen: Grønland er ikki til sølu

Donald Trump ætlar at keypa Grønland, men tað verður ikki talan um, sigur danski forsætisráðharrin

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2019-08-18 21:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Grønland er ikki til sølu. Grønland er ikki danskt. Grønland er grønlendskt. Eg vóni framvegist at hetta er nakað sum ikki skal takast í álvara.

Tað segði Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, við grønlendskar miðlar í dag. Hon er í hesum døgum á vitjan í Grønlandi, og tíðindini um at amerikanski forsetin Donald Trump ætlar at keypa Grønland hava sjálvsagt vakt ans í landinum.

Men at Donald Trump ætlar ay keypa Grønland skal helst takast í álvara. Tað váttar Larry Kudlow, búskaparligur ráðgevi í Hvítu húsunum fyri Fox News.

- Danmark eigur Grønland. Danmark er ein sameindur, og Grønland er eitt strategiskt stað. Tey hava eisini nógv virðismikið ráðevni, sigur Larry Kudlow.

Donald Trump vitjar í Danmark í september, og har skal hann millum annað hitta grønlendska landsstýrisformannin og Aksel V. Johannesen, løgmann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder