Innanlands

Mette Frederiksen kunnar um koronu

Koronusmittan er vaksandi í Danmark, og nýggi varianturin, BA.5, hevur fingið fastatøkur. Danski forsætisráðharrin hevur tíðindafund í morgim, men talan er ikki um at seta avmarkandi tiltøk í verk, siga danskir miðlar

Mette Frederiksen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mette Frederiksen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-21 16:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Onkur helt kanska, at koronutíðindafundir vóru søga, men so er ikki. Í morgin hevur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, aftur tíðindafund um koornu.

Tað verður í morgin klokkan níggju føroyska tíð.

Tíðindafundurin fer at snúgva seg um hvussu farast skal fram við koronu næstu mánaðirnar, sigur forsætismálaráðið.

Korona er vaksandi í Danmark aftur, og tað er nýggja Omikronfrábrigdið, BA.5, sum ger um seg.

Danska farsóttarnevndin setti 17. juni vandastigið fyri smittu við koronavirus upp á 2 í høvuðsstaðarøkinum. Farsóttarnevndin gjørdi tó vart við, at tað eru sera fá sum blíva ávlarsliga sjúk av smittuni.

Ekstrablaðið skrivar, at ein ikki skal óttast at koronuavmarkingar vera fráboðaðar í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder