Virkandi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, roynir í hesum døgum at kanna møguleikan at skipa eina breiða stjórn tvørturum miðjuna, og í gjár byrjaðu samráðingarnar.
Fríggjadagin vóru nærum allir flokkar á Fólkatingi framvið Marienborg at tosa við Mette Frederiksen.
Mette Frederiksen sigur, sambært DR, at hon í gjár tosaði við allar flokkar uttan Nye Borgerlige, og tá samráðingarnar verða tiknar uppaftur mánadagin, fer hon at hitta allar flokkar aftur uttan Danmarksdemokraterne.
– Danmarksdemokraterne hava boðað frá, at teir hava aðrar ætlanir, men allir aðrir flokkar verða verandi í samráðingunum, segði virkandi forsætisráðharrin við miðlarnar í gjárkvøldið.
– Tað er ein heilt nýggj støða, vit eru í, sigur Mette Frederiksen, sum vísir á, at tað at so nógvir flokkar skulu hoyrast ger tilgongdina at skipa stjórn meira fløkjasliga, og torir hon tí ikki at meta um, hvussu langa tíð tað fer at taka, áðrenn ein nýggj stjórn er skipað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald