Uttanlands

Mette Frederiksen skipað stjórn við Ellemann og Løkke

Ein søgulig stjórn um miðjuna í donskum politikki er skipað

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne (Mynd: EPA)

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderaterne (Mynd: EPA)

2022-12-13 22:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú samgongusamráðingarnar her heima júst eru byrjaðar, hevur verið samráðst í Danmark í 42 dagar.

Í kvøld boðaði Mette Frederiksen frá, at nýggj stjórn er skipað millum danska javnaðarflokkin, Vinstra og Moderatarnar.

Mette Frederiksen var í kvøld á Amalienborg, og kunnaði Margretu drotning um nýggju stjórnina.

Enn er stjórnargrundarlagið ikki kunngjørt, men tað verður lagt fram á tíðindafundi fyrrapartin í morgin.

Teir tríggir flokkarnir hava meirluta við 89 tingsessum, tá føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir ikki blanda seg uppí tá tað ræður um danskan innanríkispolitikk.

At skipa stjórn tvørtur um miðjuna er nakað, sum bæði forkvinnan hjá Sosialdemokratunum, Mette Frederiksen, og formaðurin í Moderatunum, Lars Løkk Rasmussen, førdu fram í valstríðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder