Um fólkatingsval hevði verið í dag, so hevði Danmark fingið eina vinstra-stjórn við sosialdemokratinum Mette Frederiksen sum forsætisráðharra.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio. Kanningin vísir, at núverandi andstøðan gerst stóri vinnarin á fólkatingsvalinum, sum skal haldast í seinasta lagið 18. juni.
Sambært veljarakanningini fær reyði blokkurin 54,2 prosent av atkvøðunum, um val var nú, meðan blái blokkurin fær 45,8 prosent. Á borgarliga veinginum er flokkurin Nye Borgerlige roknaður við. Nýggi borgarligi flokkurin stendur at fáa 2,8 prosent av atkvøðunum og fimm fólkatingslimir, skrivar dr.dk.
Kanningin vísir, at sosialdemokratarnir fáa 49 fólkatingslimir, ein framgongd upp á tveir.
Vinstri-flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen stendur til eina lítla framgongd í mun til seinastu kanningar, men framvegis eina munandi afturgongd í mun til valið í 2015.
Dansk Folkaparti, sum gjørdist næststørsti flokkur í Danmark eftir valið seinast, stendur at missa nógvar atkvøður, og minkar niður um Venstre.
Úrslitið av veljarakanningini (Valið 2015 í klombrum):
Sosialdemokratiet 27,9 (26,3)
Venstre 17,5 (19,5)
Dansk Folkeparti 16,6 (21,1)
Enhedslisten 8,9 (7,8)
Socialistisk Folkeparti 6,7 (4,2)
Radikale Venstre 6,2 (4,6)
Liberal Alliance 4,6 (7,5)
Alternativet 4,1 (4,8)
Konservativu 4,0 (3,4)
Nye Borgerlige 2,8 (0,0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald