Uttanlands

Mette Frederiksen verður nú danskur forsætisráðharri

Nýggja stjórnin fer ikki at hava eitt samgonguskjal

2019-06-26 09:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mette Frederiksen, forkvinna hjá Sosialdemokratunum, verður nú forsætisráðharri í Danmark. Sosialdemokratarnir, Radikala Vinstra, Sosialistiski Fólkaflokkurin og Eindarlistin fara at skipað samgongu.

Undrunarvert er at hendan stjórnin ikki fer at hava nakað samgonguskjal sum so. Heldur hava flokkarin eina felags “politiska fatan”.

- Hetta er ikki eitt samgonguskjal og einki samgonguskjal fer at koma. Eg fari at leggja fram hugsanirnar hjá stjórnini og tað arbeiði við ætla at gera. Hetta er ein politisk fatan millum teir fýra flokkarnar, og tað er grundarlagið fyri at vit skipa stjórn, segði Mette Frederiksen á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Seinast Sosialdemokratarnir stóðu á odda fyri stjórnini, tá Helle Thorning-Schmidt var forsætisráðharri, varð flokkurin fyri harðligum atfinningum fyri ikki at halda tað, sum stóð í samgonguskjalinum, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder