Uttanlands

Mette Frederiksen vitjar Zelenskyj í dag

Skal vitja í Kyiv saman við spanska starvsbróðrinum Pedro Sanchez

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-04-21 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, er í dag farin til Ukraina at vitja høvuðsstaðin, Kyiv.

Her skal hon saman við spanska forsætisráðharranum, Pedro Sanchez, hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Tey trý skulu tosa um núverandi støðuna í krígsherjaða landinum, um framhaldandi stuðul til ukreinar og um rættarfylgjur móti krígsbrotsfólkum í sambandi við russisku innrásina av Ukreina.

Tað skrivar forsætismálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.

- Eg virðismeti Zelenskyj, forseta, og ukrainska fólkið fyri teirra dirvi og hvussu tey framhaldandi verja landið í ólógliga krígnum hjá Putin. Eg síggi fram til at hitta Zelenskyj, har boðskapur mín verður, at Danmark framhaldandi vil hjálpa Ukreina. Vestanlond standa saman um at stuðla ukrainska fólkinum, sigur Metta Frederiksen.

Mette Frederiksen gerst nú partur av lutfalsliga lítla bólkinum av statsleiðarum, ið hava vitjað krígsherjaða landið.

Í tí bólkinum er eitt nú bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum vitjaði Kyiv fyrr í mánaðinum, og, undir strongum trygdartiltøkum, gekk ein túr á gøtunum í høvuðsstaðnum saman við Zelenskij.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder