Uttanlands

Mette-Marit er útskrivað av sjúkrahúsinum

- Orð eru fátøk tá eg skal royna at lýsa hvussu takksom eg eri. Hetta hevur givið mær lívið sum gávu, sigur norska krúnprinsessan

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-14 12:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, er nú útskrivað av Rikshospitalet í Oslo eftir at hava fingið nýggj lungu. Tað skrivar norska kongshúsið í tíðindaskrivi í dag.

- Hetta hevur givið mær lívið sum gávu, og orð gerast fátøk, tá eg skal royna at lýsa, hvussu takksom og eyðmjúk er eri fyri tað, sigur hon.

Samstundis takkar hon familju og læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og starvsfólkum í norska heilsuverkinum.

Krúnprinsessan hevur lungnafibrosu, sum er ein kronisk sjúka, har arrvevnaður kemur á lunguni.

Heilsustøðan hjá Mette-Marit krúnprinsessu verður av deildarleiðaranum á Rikshospitalet í Oslo, Are Holm, lýst at vera “góð eftir umstøðunum”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder