Á aðalfundi hjá European Students’ Union (ESU), sum eftir ætlan skuldi haldast í Timișoara í Rumenia, men orsaka av koronustøðuni í landinum varð hildin talgilt, varð umsóknin hjá MFS um limaskap í felagsskapinum endaliga góðkend. Við hesum varð eitt flott punktum sett við eina tvey-ára langa tilgongd, ið hevur kravt nógva tíð og orku, men sum eisini hevur ment og styrkt MFS sum felagsskap, skrivar MFS í tíðindaskrivi.
ESU, ið hevur 45 limafelagsskapir úr 40 londum, umboðar eini 20 milliónir lesandi í øllum Evropa, og hevur eisini sess í fleiri av teimum stovnum og felagsskapum, ið mynda evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO.
MFS fekk í oktobermánaða í fjør sokallaðan “kandidatlimaskap” í ESU, ið er fyrsta stigið á leiðini móti fullum limaskapi. Í hesum sambandi var í septembermánaða í ár ein sendinevd hjá ESU í Føroyum, sum skuldi meta um, hvørt MFS leyk formligu krøvini fyri limaskapi í ESU. Sendinevndin hevði fundir við m.a. rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, umboð fyri Uttanríkis- og Mentamálráðið, Studna, Vegleiðingarstovuna og Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetrinum. Nevndin skrivaði síðani frágreiðing til aðalfundin, ið endaliga skuldi taka støðu til umsóknina hjá MFS um limaskap. Sendinevndin var á einum máli um, at MFS leyk øll formlig krøv, og mælti í niðurstøðu síni til, at MFS fekk fullan limaskap í ESU.
Hóskvøldið 25. november skuldi aðalfundurin taka støðu til málið, og tá avtornaði tók ein samdur aðalfundur undir við tilmælinum hjá sendinevndini, og játtaði umsóknini hjá MFS um limaskap.
– Tað er trupult at seta orð á, hvussu stórt hetta er fyri Føroyar, skrivar MFS.
– Fyrst og fremst, so er hetta ein stór viðurkenning fyri Føroyar í altjóða høpi. MFS fekk fullan og sjálvstøðugan limaskap í ESU – á jøvnum føti við felagsskapir úr hinum evropeisku londunum. Ikki bert atlimaskap ellara eygleiðaralimaskap. Slík viðurkenning av Føroyum í altjóða høpi er í sjálvum sær sjáldsom og kærkomin, og styrkir okkara støðu sum aktørur á altjóða pallinum.
– Í øðrum lagi fáa Føroyar nú á fyrsta sinni møguleika at ávirka evropeiskan útbúgvingarpolitikk, og ikki bert seta tað í verk, ið onnur eru vorðin samd um. Føroyskur útbúgvingarpolitikkur í stóran mun stýrdur av t.d. Bologna-tilgongdini, ið vit higartil onga ávirkan hava havt á. Tað fáa vit nú, tí ESU er partur av Bologna-fylgibólkinum. Hendan viðurkenningin er eitt herðaklapp til øll tey í føroyskum útbúgvingarpolitikki, ið vit seinastu mongu árini hava samstarvað við, og sum ótroyttiliga arbeiða fyri áhaldandi at styrkja føroyska vitanarsamfelagið og okkara útbúgvingarskipan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald