Tað var ein trýstur russiskur forseti, Vladimir Putin, sum leygardagin 24. juni gjørdi eina avtalu við ovastan fyri Wagner-herin, Jevgeni Prigozjin, fyri sjálvur at sleppa snikkaleysur burtur úr støðuni hann var komin í.
Soleiðis ljóðar greiningin frá ovastanum fyri bretsku fregnartænastuna Mi6, Richard Moore, sum er fyrsta kelda úr vestanlondunum, ið kann vátta, at partarnir gjørdu eina avtalu fyri at forða privata leiguherinum at treingja inn í russiska høvuðsstaðin, Moskva.
- Hann svaraði ikki aftur. Hann gjørdi eina avtalu fyri at bjarga sær sjálvum við hjálp frá góðum kontaktum við leiðaran í Hvítarusslandi, sigur Richard Moore sambært CNN, og sipar til Aleksandr Lukasjenko, forseta í Hvítarusslandi, ið virkaði sum meklari millum partarnar.
Júst hvat Putin og Prigozjin hava avtalað, er framvegis ógreitt. Helst inniber tað, at Wagner-herurin, ið hevur stríðst fyri Russland undir krígnum í Ukraina, nú verður fluttur til Hvítarusslands.
Men hvat síðan er hent tí vanliga so opinskáraða Prigozjin er óvist fyri Mi6-ovastan. Í gjár sást Prigozjin fyri fyrstu ferð síðan 24. juni í einum videofilmi á internetinum.
Richard Moore hevur tó ta fatan, at hann er á lívi og hevur tað gott. Moore kom við greiningini á einum tíðindafundi í kekkiska høvuðsstaðnum Prag.
Wagner-herurin royndi at kollvelta russisku herleiðsluna eftir at herurin eftir øllum at døma varð raktur av álopum frá russiska herinum.
Progozjin blásti ferðina av, tá Wagnerherurin var umleið 200 kilometrar frá Moskva.
Richard Moore nýtti høvið til at eggja russiskum borgarum at njósnast fyri Bretland fyri á tann hátt at hjálpa við at støðga krígnum, sum nú hevur vart í 18 mánaðir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald