Hóast nógvar matstovur í Danmark verða prýddar við stjørnum fyri serstakliga góðan mat, so eru tað ikki allar, sum hava skipað viðurskifti við síni starvsfólk.
Hetta skrivar Ekstra Bladet, sum í grein staðfestir, at tað bert eru 11 av teimum 26 matstovurnar í ríkinum við Michelin-stjørnum, sum hava sáttmála við starvsfólk síni.
Millum tær 11 matstovurnar eru føroyska Koks og danska Søllerød Kro, har Jan Restorff er matstovuleiðari.
Ekstra Bladet hevur gjørt kanningina saman við Fagbladet 3F. 3F er fakfelagið hjá fólkum, sum arbeiða í matstovu- og tænastuvinnuni.
Tað er ikki tí, at Michelin-matstovurnar koyra tungum sjógvi, vísir Ekstra Bladet á. Av teimum 15 matstovunum, sum ikki hava gjørt sáttmála við starvsfólkini eru tað átta, ið verða riknar viðyvirskoti, meðan seks koyrdu við halli, vísir kanningin.
Kiin Kiin matstovan á Nørrebro, sum ikki hevur sáttmála við starvsfólkini, hevur yvirskot á 7 milliónir krónur á roknskapinum, meðan Frederikshøj í Aarhus hevur 3,9 milliónir og trý-stjørnaða Geranium í Keypmannahavn hevur eitt úrslit á hálvaaðru millión, skrivar Ekstra Bladet.
3F hevur ikki nógv til yvurs fyri matstovunum, sum ikki hava skipað viðurskifti við síni starvsfólk, og serliga verður kritikkurin vendur móti virðisløntu nýggju matstovuni, Alchemist, sum danski ríkmaðurin Lars Seier Christensen stendur aftanfyri. Hann skal hava sett minst 86 milliónir krónur í serligu matstovuna á Refshaleøen.
Og hóast tað er sera kostnaðarmikið at eta har, og hóast matstovan umsetti fyri fleiri milliónir teir fyrstu dagarnar, hon hevði opið, so hevur matstovan ikki gjørt sáttmála við teir 20 tænararnar og 30 kokkarnar, sum arbeiða har, skrivar Ekstra Bladet.
Sama er galdandi fyri matstovuna Geranium við trimum Michelin-stjørnum, har Lars Seier eisini er millum eigararnar.
Hesar Michelin-matstovurnar hava skipað viðurskifti við síni starvsfólk, vísir uppgerðin hjá Ekstra Bladet og 3F: AOC, Søllerød Kro, Formel B, Kokkeriet, Kong Hans Kælder, Marchal á Hotel D’Angleterre, Gastromé, Ti Trin Ned, Slotskøkkenet á Dragsholm Slot Henne Kirkeby Kro og Koks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald