Mentan

Michelin-stjørnurnar handaðar seinnapartin

Matstovan Koks kann missa eina ella báðar stjørnurnar, varðveita sínar stjørnur ella fáa triðju Michelin-stjørnuna

2020-02-17 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður býtið av Michelin-stjørnum fyri matstovur í Norðurlondum avdúkað.

Michelin-handanin verður í Tróndheim í Noregi klokkan 16, og umboð frá øllum matstovum, sum longu hava eina ella fleiri stjørnur, eru boðin við til tiltakið, skrivar Berlingske.

Í Føroyum hava vit eina matstovu, ið hevur tvær Michelin-stjørnur – Koks hjá Gist & Vist.

Koks fekk fyrstu stjørnuna í 2017, varðveitti hana í 2018, og í fjør fekk matstovan seinnu stjørnuna.

Fleiri ting kunnu henda seinnapartin. Koks kann missa eina ella báðar stjørnurnar, varðveita sínar tvær stjørnur ella fáa triðju stjørnuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder