At Donald Trump varð valdur til forseta var ein stórur skelkur fyri fyrrverandi forsetafrúuna Michelle Obama. Tað greiðir hon frá í nýggjari ævisøgu, sum kemur út týsdagin.
Áðrenn Trump vann forsetavalið fyri tveimum árum síðani, hevði hann í fleiri ár hildið uppá, at maður hennara, Barack Obama var tilflytari, ið ongantíð hevði verið rættiligur amerikanari. Sambært Trump var Obama ein muslimur, sum hevði sníkt seg inn í landið.
Hetta var ein týðilig lygn, sum tó fekk fleiri milliónir av amerikanarum at halda, at Obama var ein svíkjari í Hvítu Húsunum.
"Trump setti trygdina hjá mínari familju í vanda við sínum vitleysu uppáhaldum. Tað fari eg ongantíð at fyrigeva honum," sigur hon.
Í ævisøgu sínari "Becoming" greiðir Michelle Obama frá um sambandið og hjúnalagið hjá henni og Barack Obama, um hvussu tað er at vera uppvaksin í Chicago, og hvussu tað var brádliga at gerast ein almennur persónur, og um hvussu tað var, tá hon gjørdist fyrsta litta forsetafrúan hjá USA.
Í bókini greiðir hon frá, hvussu torført tað var, at maður hennara vegna politiskt arbeiði ofta var leingi burtur frá familjuni, og sostatt hendi tað fleiri ferðir, at parið hevði brúk fyri einum parterapeuti fyri at fáa alt á rætta leið aftur.
Eisini greiðir hon frá, hvussu tað var at missa eitt barn fyri 20 árum síðani, og at neyðugt var við eftirgjørdum gitnaði fyri at fáa døtrarnar Sasha og Malia.
"Becoming" er fyrsta ævisøgan hjá Michelle Obama, og seinna bókin hjá henni. Fyrsta bók hennara, "American Grown: The Story of the White House Kitchen Garden and Gardens Across America", ein vegleiðing til urtagarðar, varð givin út í 2012.
Sambært Rolling Stones hevur forlagið Penguin Random House, sum stendur fyri útgávuni, eisini keypt rættindini til eina nýggja bók hjá fyrrverandi forsetanum Barack Obama, sum longu hevði givið út tvær ævisøgur, áðrenn hann gjørdist forseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald