Uttanlands

Microsoft: Dagføring orsøk til trupulleikar fríggjadagin

Microsoft boðar frá, at trupulleikin er loystur og biður um umbering.

(Mynd: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Dado Ruvic/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-11-14 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsøkin til, at fleiri tænastur hjá Microsoft ikki vóru tøkar fríggjadagin er ein netverksdagføring, og hesin trupulleikin er nú loystur.

Tað boðaði Microsoft frá stutt fyri klokkan 18 í gjárkvøldið føroyska tíð, umleið eitt samdøgur eftir, at fyrstu trupulleikarnir vórðu fráboðaðir.

Microsoft biður um umbering fyri brekið og undirstrikar enn einaferð, at talan er um eitt tekniskt brek, og var tað hvørki eitt netálop ella vitlíki, sum var orsøkin.

– Vit eru tilvitað um ta álit, tit hava á okkara tænastur, og vit taka hesa ábyrgdina í størsta álvara, sigur Microsoft sambært Ritzau.

Micrososft hevur arbeitt við at gera allar tænastur teirra tøkar aftur, og í morgun varð boðað frá, sambært DR, at allar tænasturnar riggaðu aftur.

Tænasturnar Outlook, Teams og Copilot vóru ikki tøkar í í minsta lagi 74 londum sambært Downdetector. M.a. fyritøkur og stovnar í Føroyum vóru ávirkaðir.

Dagførd kl. 9.54


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder