Innanlands

Miðal sethúsaprísurin í Tórshavn heldur fram at hækka

Fyrstu nýggju mánaðirnar í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn í miðal 4,2 mió. krónur, ein hækking á 12%, í mun til miðalprísin í fjør

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-11-30 09:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Betri Banki: Nýggjastu tølini hjá Betri Banka vísa, at miðal sethúsaprísurin í Tórshavn heldur fram at hækka.

Fyrstu nýggju mánaðirnar í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn í miðal 4,2 mió. krónur. Hetta er ein hækking á 12%, í mun til miðalprísin í fjør.

Higartil í ár er miðal sethúsaprísurin í Eysturoynni og í Føroyum ávíkavist 2,3 og 2,7 mió. krónur. Tað er á sama støði sum í fjør.

Eftir fleiri árum við rentuhækkingum eru tjóðbankarnir byrjaðir at lækka rentuna. Útlit eru til fleiri rentulækkingar komandi árið. Tað merkir, at bústaðarlán verða bíligari.

Betri hevur í fleiri ár staðfest, at eftirspurningurin eftir bústøðum er munandi hægri enn útboðið. Tað hevur havt við sær hækkandi bústaðarprísir. Samstundis kann hugsast, at útlitini til lægri bústaðarrentu eisini er við til at økja um eftirspurningin, og harvið hækka bústaðarprísirnir framhaldandi í Tórshavn.

Betri Heim staðfestir, at eftirspurningurin er høgur, og at tey hava selt munandi fleiri ognir higartil í ár samanborið við í fjør.

– Vit síggja eitt rák, har fleiri velja at keypa sær ein bústað uttanfyri Havnina, tí prísstøðið í Havnini er vorðið so høgt. Eftirspurningin er stórur eftir øllum bústaðarsløgum, og vit fáa alt fleiri fyrispurningar eftir luta-, lestrar- og eldraíbúðum. Vit síggja framvegis, at stórur tørvur er á fleiri og meira fjøltáttaðum búeindum, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder