Innanlands

Miðal smittutalið seinastu dagarnar er 37

41 nýggir tilburðir vóru í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-11-19 15:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

41 nýggir koronutilburðir vóru staðfestir í teimum 2.899 kanningunum, sum eru gjørdar seinasta samdøgrið.

Samstundis eru 67 fólk staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu.

Sostatt er talið á aktivum tilburðum komið niður á 381.

Tølini hjá myndugleikunum siga, at níggju fólk eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum og ellivu fólk eru deyð við koronu.

Miðaltalið seinastu sjey dagarnar, sum avgerð hvørjum stigi vit eru á, lækkar altsamt og er nú komið niður á 37.

[object Object]

Stig tvey
Í løtuni eru vit á stigi 2 sum merkir at vit hava millum 15 og 75 nýggjar smittu tilburðir um dagin. Koma vit niður undir 15 tilburðir um dagin í eina viku, verða koronapass og aðrar avmarkingar tiknar úr gildi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder