Ringasta ódnarveðrið er nú hasað av, hóast tað verður nógvur vindur tað, sum eftir er av hesi vikuni eisini.
Ógvusligast var veðrið millum 10 og 11 fyrrapartin í dag, tá miðdepilin á lágtrýstinum, sum norðmenn kallaðu Ingun, fór framvið beint norðan fyri Føroyar.
Hagtølini frá Veðurstovuni í dag vísa, at miðalvindferðin var upp á tað harðasta klokkan 10.48 í dag, tá miðal vindferðin var máld til 39,7 m/s. Tá varð eisini harðasta hvirlan skrásett – 54,1 m/s.
Ættin um hetta mundið var 252 stig, sum er útsynningurvestan.
Trýstið niður um 690 hPa
Sambært Veðurstovuni kom lufttrýstið eisini undir 960 hektopaskall, hPa.
Vit síggja eisini á veðurstøðunum, sum Veðurstovan hevur, at lufttrýstið var upp á lægsta í Mykinesi klokkan 08.30 í morgun, tá tað kom niður á 964,5 hPa, í Akrabergi kom barometrið niður á 967,7 kl. 09.20, í Havn og á Eiði var tað lægst klokkan 10.30, tá tað kom niður á 960,6 í Havn og 961,8 á Eiði. Í Fugloy var tað lægst klokkan 11.40, 962,8 hPa.
Ferð varð sett á motorarnar á Sundi tá vindmyllurnar vórðu støðgaðar vegna ov nógvan vind fyrrapartin í dag (Skíggjamynd: Sev)
Myllurnar máttu støðgast
Hyggja vit á heimasíðuna hjá Sev, sýggja vit, at veðrið ikki hevur verið til gagns fyri vindorkuframleiðsluna, tí tá vindurin er so nógvur, verða myllurnar støðgaðar.
Í Suðuroy til dømis, hava vindmyllurnar í Porkerishaga forsýnað alla oynna við grønari orku hesar seinastu dagarnar. Men í nátt vórðu tær læstar niður, og hava lítið og einki framleitt í dag. Kortini hevur Suðuroyggin framvegis verið grøn, tí yvir tríggir fjórðingar av orkunýtsluni er komin frá vatnorkuverkinum í Botni, meðan ein lítil fjórðingur kemur frá dieselmotorunum í Vági.
Í meginøkinum hjá Sev eru myllurnar á Húsareyni farnar at mala spakuliga aftur nú, men hava annars einki framleitt síðan um 8-9 tíðina í morgun. Á meginøkinum kemur helmingurin frá dieselmotorum í løtuni (um hálvgun fýra tíðina, -red.), 3 frá vatnorku, meðan vindorkan nú er komin upp á 15 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald