
Tað ber til at siga, at Jenis av Rana, floksformaður, hevur sínar egnu veljarar aftan fyri seg í sínum skeptiska hugburði móti koronatiltøkunum hjá landsstýrinum og heilsumyndugleikunum.
Miðflokkaveljarar eru nógv teir størstu korona-skeptikararnir. Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.
Í sambandi við veljarakanningina mikudagin vórðu eisini nakrir spurningar settir viðvíkjandi koronatiltøkunum, sum eru galdandi í Føroyum í løtuni.
Kanningin vís millum annað, at ein meiriluti – 56 prosent – tekur undir við, at koronakoppseting skal vera tvungin fyri øll heilsustarvsfólk.
Men tað halda miðflokkaveljarar ikki. Bara 16 prosent svaraðu ja, meðan 77 prosent svaraðu nei.
Les alla greinina og síggj veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald