Innanlands

Miðflokkurin fer úr samgonguni

Eftir uppsøgnina í morgun og fund í floksstjórnini hevur Miðflokkurin gjørt av, at flokkurin ikki longur ynskir at vera partur av samgonguni. Harvið hevur sitandi samgonga mist sín meiriluta, og eitt nýval hongur í luftuni

Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-08 16:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin varð Jenis av Rana sagdur úr starvi sum løgtingsmaður í Uttanríkis- og Mentamálum. 

Les meira: Løgmaður loyst Jenis av Rana úr starvi

Eftir hetta hevði Miðflokkurin í roynd og veru tvey val: At skjóta ein annan persón upp til løgtingssessin ella at taka seg úr samgonguni.

Eftir fund í floksstjórnini hevur Miðflokkurin gjørt av, at flokkurin ikki longur ynskir at vera partur av samgonguni. Avgerðin er tikin sum beinleðis avleiðing av, at formaður floksins varð loystur úr starvi sínum fyrrapartin.

- Orsakað av, at Løgmaður hevur loyst formann Miðfloksins úr starvi sum landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, hevur flokstjórnin tikið avgerð um, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni.

Les eisini: Havi ikki heitt á eitt annað landstýrisfólk um at ganga móti boðum løgmans

Harvið hevur sitandi samgonga mist sín meiriluta og hevur bert 15 limir - eitt nýval er av álvara í luftuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder