Innanlands

Miðflokkurin fundast um støðuna

Floksleiðslan hjá Miðflokkinum hevur seinnapartin fund um íkomnu politisku støðuna

Bill Justinussen og Jenis av Rana í tinginum seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Bill Justinussen og Jenis av Rana í tinginum seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-20 15:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 15 fór floksleiðslan hjá Miðflokkinum á fund, har politiska støðan skuldi umrøðast.

Veruligur dramatikkur í tinginum seinnapartin, tá málið um sammøður varð samtykt við triðju og endaligu viðgerð.

Fólkaflokkurin helt seg annars hava telvað seg til at málið skuldi fella við at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis søgdu sínar landsstýrisessir frá sær og komu aftur í tingið. Heðin Zachariassen vildi ikki vera við í tí spælinum, og er farin í farloyvi í eina viku.

Tað hevði við sær, at Annika Olsen kom aftur á ting. Løgmaður valdi eisini at fríttstilla sambandstingfólk í mun til at atkvøða eftir egnari sannføring. Tá samanumkom varð máið samtykt 17 fyri, einari blankari og 13 ímóti.

Miðflokkurin hevur áður verið frammi við, at verður hetta málið samtykt, er ikki nøkur samgonga meira. Men við útvarpið seinnapartin var Jenis av Rana kortini ikki so avgjørdur.

- Eg veit ikki um vit hava givið nakað lyfti um tað. Tað er munur á at brúka tað argumentið at vit ikki vera verandi í einari samgongu og so tað at geva eitt lyfti. Men lat okkum nú síggja, vit taka ein fund í floksleiðsluni og so taka vit støðu út frá tí, segði Jenis av Rana, floksformaður í Miðflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder