Innanlands

Miðflokkurin ivast í um samgongan kann halda fram

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava framt eitt so mikið stórt álitisbrot á samgonguskjalið, í einum av mest grundleggjandi málum Miðfloksins, at ivi er, um samgonguni er lív lagað, er staðfestingin hjá floksleiðsluni hjá Miðflokkinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-20 18:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Floksstjórn Miðfloksins hevur seinnapartin havt fund um íkomnu politisku støðuna.

Miðflokkurin sigur seg hava hildið orð og hevur í øllum verið loyalur móti samgonguskjalinum, stendur í skrivinum.

- Staðfest varð tó, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava framt eitt so mikið stórt álitisbrot á samgonguskjalið, í einum av mest grundleggjandi málum Miðfloksins, at ivi er, um samgonguni er lív lagað.

- Flokkurin heitir tí á samgonguflokkarnar um at møtast til fund at umrøða, um grundarlag er fyri at halda fram við samstarvinum, sigur Miðflokkurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder