Innanlands

Miðflokkurin skal reinsa hjúnabandið

Miðflokkurin er ein av trimum flokkum sum í hesum døgum samráðast um nýggja samgongu. Hjúnabandið skal reinsast, sigur Jenis av Rana við KVF

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-09-05 17:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

 Málið er at reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann. Vit meta ikki, at nakar annar møguleiki er reellur og fara ongantíð at góðtaka nakað annað.

Tað sigur Jenis av Rana við Kringvarpið seinnapartin, nú Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin samráðast um nýggja samgongu. 

Formaðurin í Miðflokkinum arbeiddi harðliga ímóti hjúnabandslógini, sum undanfarna samgonga setti í verk, og í valstríðnum hevur Miðflokkurin eisini sagt, at lógin broytast.

[object Object]Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit royna tað, sum vit kunnu fyri at fáa tað gjørt, sigur Jenis av Rana í samrøðu við Kringvarpið.

Jørgen Niclasen segði undir valstríðnum, at Fólkaflokkurin ikki fór at rulla nakra skipan aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder