Amerikonsk embætisfólk heita á tey í Ukraina um at vera opin fyri møguleikanum at samráðast við Russland.
Hetta verður gjørt í eini roynd at tryggja, at Ukraina varðveitir stuðulin frá øðrum tjóðum, skrivar tíðindastovan Reuters, ið endurgevur amerikanska miðilin Washington Post, sum sigur seg hava upplýsingarnar frá ónevndum keldum.
Tað var fyrst í oktober, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj segði, at Ukraina er til reiðar at samráðast við Russland, men ikki meðan Vladimir Putin er forseti.
Tað, at Zelenskyj ikki sigur seg vilja tosa við russiska starvsbróðir sín, hevur elvt til stúran í pørtum av Evropa, Afrika og Latínamerika, har avleiðingarnar av krígnum týðiliga síggjast á prísunum fyri matvørur og brennievni, og eitt ónevnt amerikanskt embætisfólk sigur eisini við Washington Post, at fleiri av teirra sameindu eru troyttir av støðuni í Ukraina.
Talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum sigur, sambært Reuters, at um russar eru til reiðar at samráðast, eigur landið at steðga við álopunum og í staðin taka herdeildir teirra úr Ukraina.
– Kreml hevur prógvað, enntá áðrenn innrásina í Ukraina, at tey ikki eru sinnað at taka lut í veruligum samráðingum, sigur talsfólkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald