Uttanlands

Miðil: Øll vorðin frísk eftir møguligt koronuútbrot í Norðurkorea

4,5 milliónir norðurkoreanarar hava verið fepursjúkir síðan í vár, og sambært lokalum miðlum eru øll vorðin frísk aftur

Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea (Savnsmynd)

Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea (Savnsmynd)

2022-08-05 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai var fyrstu ferð, at korona varð staðfest í Norðurkorea sambært almennum upplýsingum, og síðan í vár hava yvir 4,5 milliónir norðurkoreanarar verið fepursjúkir.

Hvussu nógv í landinum hava havt koronu er tó ikki greitt, men tíðindastovur endurgeva norðurkoreanska miðilin KCNA fyri at siga, at allir sjúklingarnir, sum fingu fepur eru frískir aftur.

DR skrivar, at koronukanningar ikki verða gjørdar javnan í Norðurkorea, sum eisini hevur takkað nei til koronukoppsetingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder