Uttanlands

Miðil: Russiskur journalistur dripin í dronuálopi í Ukraina

Hetta er aðru ferð uppá eina viku, at lopið verður á journalistar í Donbas-landslutinum, sigur russiska uttanríkismálaráðið

Hetta er aðru ferð, at lopið verður á journalistar í Donbas-landslutinum uppá eina viku, sigur Maria Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum

Hetta er aðru ferð, at lopið verður á journalistar í Donbas-landslutinum uppá eina viku, sigur Maria Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum

2024-06-17 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein russiskur journalistur hevur latið lív í einum dronuálopi í eystara parti av Ukraina.

Tað er russiski miðilin News.ru, sum um vikuskiftið upplýsti á boðtænastuni Telegram, at eitt av teirra starvsfólkum, Nikita Tsitsagi lat lív í einum dronuálopi.

Russiska uttanríkismálaráðið sigur, sambært Ritzau, at tað var Ukraina, sum stóð aftanfyri álopið, og var talan um eitt tilætlað álop á ein russiskan journalist.

Maria Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum sigur, at tað var aðru ferð uppá eina viku, at lopið verður á journalistar í Donbas-landslutinum. Ein annar russiskur journalistur, Valery Kozhin, ið arbeiddi fyri russisku sjónvarpsrásina NTV lat lív hósdagin.

Fyrr í hesum mánaðinum segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at í minsta lagi 30 russiskir journalistar eru dripnir, síðan kríggið í Ukraina byrjaði í februar 2022. Sambært tíðindastovuni AFP er hetta tó ikki váttað.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder