Uttanlands

Miðil: Ukrainar sleppa at brúka langtberandi vápn móti Russlandi

Amerikanski forsetin hevur givið ukrainum loyvi at brúka langtberandi vápn at raka mál inni í Russlandi, og sambært keldum verða tey helst í fyrsta umfari brúkt í russiska Kursk-landslutinum

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2024-11-18 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin Joe Biden hevur fyri fyrstu ferð loyvt ukrainska herinum at brúkta langtberandi vápn, sum USA hevur latið, at raka mál inni í Russlandi.

Tað upplýsa keldur fyri amerikanska miðlinum New York Times.

Keldurnar upplýsa, at vápnin helst í fyrsta umfari verða brúkt at verja ukrainsk herfólk í russiska Kursk-landslutinum, har ukrainar stríðast móti russum, sum fáa hjálp av herfólkum úr Norðurkorea, skrivar Ritzau.

Hernaðarstuðulin, sum Ukraina hevur fingið úr USA higartil, hevur verið treytaður av, at vápnini verða brúkt á ukrainskar jørð ella til verjuátøk í marknaøkjum, men ukrainar hava ferð eftir ferð heitt á USA um at geva teimum loyvi at brúka langtberandi vápn í Russlandi.

Russiski forsetin, Vladimir Putin hevur ávarað um, at um USA við at loyva ukrainum at brúka langtberandi vápn móti Russlandi, fer beinleiðis uppí kríggið.

Biden hevur tveir mánaðir eftir í Hvítu Húsunum, áðrenn Donald Trump verður tikin í eið 20. januar. Tað er ógreitt, um Trump fer at ógilda avgerðina hjá Biden, tá hann aftur tekur við sum forseti.

Trump hevur leingi funnist at amerikanska stuðlinum til Ukraina, og hevur hann lovað, at hann skjótt fer at fáa ein enda á krígnum. Hann hevur tó ikki greitt nærri frá, hvussu hann ætlar at bera seg at.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder