Uttanlands

Miðil: William prinsur stríddist við covid-19 í vár

Hann varð smittaður stutt eftir at pápi hansara, Charles prinsur fekk staðfest smittuna, men hann valdi at halda tað loyniligt, tí hann ynskti ikki, at fólk skuldu stúra

William prinsur (Mynd: EPA)

William prinsur (Mynd: EPA)

2020-11-02 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Charles prinsur var ikki tann einasti í bretska kongshúsinum, sum fekk covid-19 í vár.

Miðilin Daily Mail skrivar, at eisini William prinsur fekk staðfest sjúkuna í apríl, bert fáar dagar eftir, at pápi hansara varð smittaður.

Miðilin skrivar, at William prinsur stríddist við andatrongd. Kortini valdi 38 ára gamli prinsurin at halda støðu sína loyniliga, tí hann ynskti ikki, at almenningurin skuldi gerast stúrin.

Tað var um somu tíð sum bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson gjørdist álvarsliga sjúkur við covid-19, og hundraðtals andlát vórðu skrásett í Bretlandi á hvørjum degi.

William prinsur fekk læknahjálp og var í sóttarhaldi í Anmer Hall í Norfolk. Kona hansara, hertogafrúan Kate, gjørdist, sum skilst, ikki sjúk við covid-19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder